FØROYSKT HETLENDSKT VINAFELAG
The Faroe Shetland Friendship Society

|   FORSÍÐA  |   FELAGIÐ  |   KUNNING  |   INFO  |


Nevndarfundur

Sunnudagin 4. oktober 2009 hevði nevndin í Føroyskum Hetlendskum Vinafelag fund. Á fundi vóru Erhard Jacobsen, formaður, og nevndarlimirnir Sigrun Joensen, Jóhan Hendrik W. Poulsen og Maria Dalsgarð.

Formaðurin greiddi frá ymiskum, ið var hent síðan aðalfundin. Hann las m.a. upp brøv, sum felagið hevði fingið frá limum í Shetland – Faroe Group í Hetlandi.

Fleiri harmast um, at onki beinleiðis ferðasamband er til Hetlands. Felagið fer tí at kanna møguleikarnar at fyrireika onkra ferð til Hetlands komandi vár ella summar.

Felagið hevur annars fingið fleiri nýggjar limir.

Nevndin samdist um at royna at hava limafund einaferð í november.








 

Føroyskt Hetlendskt Vinafelag - The Faroe Shetland Friendship Society
POB 3081 - FO-110 Tórshavn - Faroe Islands
Tel. (+298) 22 73 73 - E-mail: faroe-shetland@faroe-shetland.org