FØROYSKT HETLENDSKT VINAFELAG
The Faroe Shetland Friendship Society

|   FORSÍÐA  |   FELAGIÐ  |   KUNNING  |   INFO  |


Limafundur - fundarfrásøgn

Føroyskt Hetlendskt Vinafelag hevði limafund mikudagin, 11. november 2009 kl. 19 í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Umleið 20 fólk vóru á fundi.

Formaðurin, Erhard Jacobsen, bjóðaði væl komin og greiddi í stuttum frá felagnum, síðan tað var stovnað í 1992. Hann nevndi, at felagið serliga hevur virkað fyri at menna sambandið millum føroyingar og hetlendingar, sum hvør í sínum lagi hava vitjað í ávikavist Hetlandi og Føroyum. Høvið hevur tá verið at uppliva blíðskap, fara á útferðir og vera saman í veitslulagi og vera við til ymisk tiltøk.
Føroyska vinafelagið hevur ikki nógvar limir, men teir, ið eru, hava verið trúgvir. Nógv vinabond eru eisini knýtt millum fólk í báðum londunum.

Í seinastuni hevur tó verið ringt at varðveita sambandið, tí onki beinleiðis ferðasamband er, og tað ger tað bæði trupult og dýrt at ferðast millum londini. Felagið ætlar tó at royna at skipa fyri onkrari beinleiðis ferð til Hetlands í vár ella í summar komandi ár. Á fundinum hildu fleiri, at tað fór at vera undirtøka fyri hesum ferðum bæði í Føroyum og Hetlandi.

Síðan fekk Jóhan Hendrik W. Poulsen orðið. Hann greiddi frá søguligu støðuni hjá Hetlandi, sum er rættiliga ólík teirri í Føroyum. Hetland kom í síni tíð alt meira undir harðrent skotskt vald, og hetta gjørdi, at norrønu upprunaeyðkennini hvurvu so við og við. Jóhan Hendrik umrøddi avrikið hjá Jakob Jakobsen at savna inn tað, ið eftir var av gamla norrøna málinum í Hetlandi, norn. Innsavningin er greinað og givin í út verkunum Det norrøne sprog på Shetland (doktararitgerð 1897), Shetlandsøernes stednavne (1901, ensk útgáva 1936 og ljósprent 1993), og stórverkinum Etymologisk ordbog over det norrøne sprog på Shetland (1921, ensk útgáva 1928-32 og ljósprent 1985).
Jóhan Hendrik las síðan upp greinina Deyðin hjá einum norðurlandamáli eftir Jørgen-Frantz Jacobsen, sum væl lýsir, hvussu gamla hetlendska málið fórst. Chr. Matras føroyskaði greinina, sum kom út í 1976 í greinasavninum Tíðargreinir 1925 – 1937. Et nordisk sprogs undergang (1937), ið er danska upprunaheitið, var ein av fleiri kronikkum eftir Jørgen-Frantz Jacobsen, ið fyrst vórðu prentaðir í danska blaðnum Politiken, og sum seinni vórðu savnaðir í bókina Nordiske Kroniker (1943).

Á fundinum var eisini kunning um eina orkuverkætlan, sum er skipað í samstarvi millum hetlendingar og føroyingar. Eyðun Lauritsen frá Sp/f Rhesa greiddi frá hesi verkætlan at veita burðardygga orku. Partur av verkætlanini er at leggja so tilrættis, at framleidda orkan úr varandi og ikki dálkandi orkukeldum (sól- og vindorka), verður veitt, tá ið brúk er fyri tí, men goymd, tá ið nýtslan er minni.
Talan er um eina menningarætlan, sum fevnir um bæði tænastuveiting og gransking. Verkætlanin fer fram í samstarvi við felagið PURE Energy Centre í Unst í Hetlandi. Eyðun legði dent á, hvussu væl hetta samstarvið virkaði.

At enda greiddi Páll H. Vesturbú, stjóri í FT-net frá arbeiðnum at leggja nýggja SHEFA-kaðalin úr Føroyum og niður á bretska meginlandið. Kaðalin, ið er ein orkumikil ljósleiðarakaðal, fer upp á land í bæði Hetlandi og Orknoyggjum, og tí eru møguleikar at betra fjarskiftið í eitt nú Hetlandi. Har er ætlanin at menna lokala infrakervið til fjarskiftið, tí kervið er ikki nøktandi sum er. Páll nevndi, at FT-net hevur áhuga at vera við í hesi ætlan. FT-net hevur longu royndir frá slíkum arbeiði í Føroyum. Enn er tó ongin avtala gjørd um hesa ætlan.

Hesin áhugaverdi og fjølbroytti limafundurin endaði kl. 21.








 

Føroyskt Hetlendskt Vinafelag - The Faroe Shetland Friendship Society
POB 3081 - FO-110 Tórshavn - Faroe Islands
Tel. (+298) 22 73 73 - E-mail: faroe-shetland@faroe-shetland.org