FØROYSKT HETLENDSKT VINAFELAG
The Faroe Shetland Friendship Society

|   FORSÍÐA  |   FELAGIÐ  |   KUNNING  |   INFO  |


Hetlendingar á vitjan

Hóast tað leingi var ivasamt, so eyðnaðist tað umsíðir at fáa savnað fólk til eina flogferð til og úr Hetlandi nú fyrst í september. Atlantic Airways hevði skipað fyri ferð 3. og 6. september Føroyar-Hetland aftur og fram, og umleið hálvthundrað hetlendingar og nakað tað sama tal av føroyingum tóku av ferðatilboðnum.

Frá Shetland-Faroe Group í Hetlandi komu 5 fólk til Føroya.
Sunnudagin 5. september hittust nevndarlimir og limir í føroyska vinafelagnum og limir í Shetland-Faroe Group hjá Erhard og Sigrun í Sørvági. Aftaná ábit var farið stutta útferð til Gásadals. Haðani gekk leiðin til Krígssavnið í Miðvágið og ferðin endaði við vitjan í Sandavágs kirkju. Hetlendsku gestirnir vóru hugtiknir av bæði savninum og sermerktu kirkjuni.
Eisini var tað hugnaligt at fáa eitt gott prát við vinfólk úr Hetlandi.


Saman á myndini við Jóhan Hendrik W. Poulsen, nevndarlimi í Føroyska-Hetlendska Vinafelagnum,
standa Rena Bain, Julian Arculus, Lorna og James Erikson úr Hetlandi.
Tey eru øll limir í Shetland-Faroe Group.
Myndin er tikin uppi í Gásadali.

Sum ikki einaferð so harmaðust bæði føroyingar og hetlendingar um, at tað skal vera nærum ógjørligt at ferðast beinleiðis millum londini. Men nú kanska tað fer at eydnast at fáa lagt nakrar ferðir fast millum londini komandi summar.
Føroyska vinafelagið fer í hvussu er at royna at virka fyri, at so verður.

Aftan á stuttu vitjanina fóru hetlendsku gestirnir heimaftur við flogfarinum mánadagin 6. september á middegi.








 

Føroyskt Hetlendskt Vinafelag - The Faroe Shetland Friendship Society
POB 3081 - FO-110 Tórshavn - Faroe Islands
Tel. (+298) 22 73 73 - E-mail: faroe-shetland@faroe-shetland.org