FØROYSKT HETLENDSKT VINAFELAG
The Faroe Shetland Friendship Society

|   FORSÍÐA  |   FELAGIÐ  |   KUNNING  |   INFO  |


Aðalfundur 29. mars 2011

Føroyskt Hetlendskt Vinafelagi hevði aðalfund týskvøldið, 29. mars 2011 í fundarhølinum á Landsbókasavninum. Eini 12 fólk vóru á fundi.
Trygvi Sondum varð valdur til orðstýrara. Hann gav orðið til formannin, sum greiddi frá hendingum í farna árið.

Formaðurin segði, at nógv samband hevði ikki verið millum hetlendingar og okkara felag farna árið.

Felagið skipaði fyri útferð í Vágarnar sunnudagin,13. juni 2010. Vitjað varð fyrst í Bø, har fólk kom at greiða okkum frá kirkjuni, og fólk vóru til guðstænastuna. Eftir døgurðasteðgin á Vagar Hotel varð farið á Krígssavnið at vitja, og har tók Karl Jóhan Nielsen ímóti.

Sunnudagin, 5. september 2010 hittust nevndarlimir og limir í føroyska vinafelagnum og limir í Shetland-Faroe Group, sum tá vóru á vitjan í Føroyum, í Vágum. Aftaná ábit varð farið stutta útferð til Gásadals. Haðani gekk leiðin til Krígssavnið í Miðvágið, og ferðin endaði við vitjan í Sandavágs kirkju. Hetlendsku gestirnir vóru hugtiknir av bæði savninum og sermerktu kirkjuni.

Onki røkist tó fyri, at Atlantic Airwais fer at gera nakra ferð til Hetlands í summar. Avgjørt varð tó at royna at vita, um felagið kundi savna fólk til eina ferð antin sjó- ella loftvegis.

Upplýst varð, at felagið fer útferð til Oyndafjarðar 29. maj í ár.

Nevndin var óbroytt eftir nevndarvalið, sum eisini var á skránni, og roknskapurin varð góðkendur.

Aftaná kaffisteðg greiddi Hans Holm, landafrøðingur frá um Hetland. Hann hevur verið fleiri ferðir har við skúlaflokkum á Læraraskúlanum. Hann hevði nógv áhugavert at fortelja um um fólk, ferðavinnu o.a. í Hetlandi, umframt fleiri stuttligt ferðaminni. Hans Holm nevid, at ongin ivi er um, at hetlendingar kenna seg sum eina tjóð, hóast teir ikki hava nakra tjóðskaparrørslu. Politiskt hava teir ikki so nógva ávirkan, sum føroyingar, og sum staðkendir merkja teir sjálvandi, at avgerðir verða tiknar alt ov langt burturi, og tí mangan eru burtur úr vón og viti. Nú liggur enntá ein partur av avgerðarrættinum enn longri burturi í Bruxelles. Hesi fólkini kenna so als onki til tað, sum tey skulu taka avgerðir um.

Ein góður og áhugaverdur aðalfundur endaði uml. kl. 21.30.








 

Føroyskt Hetlendskt Vinafelag - The Faroe Shetland Friendship Society
POB 3081 - FO-110 Tórshavn - Faroe Islands
Tel. (+298) 22 73 73 - E-mail: faroe-shetland@faroe-shetland.org