FØROYSKT HETLENDSKT VINAFELAG
The Faroe Shetland Friendship Society

|   FORSÍÐA  |   FELAGIÐ  |   KUNNING  |   INFO  |


Aðalfundur 27. maj 2010

Felagið hevði aðalfund hósdagin, 27. maj 2010 kl. 19 á Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini í Havn. Eini 14 fólk vóru á fundi.

Fundurin fór fram sambært viðtøkum felagsins.

Fundurin byrjaði við, at limirnir mintust limir, ið nýliga vóru farnir. Formaðurin greiddi síðan frá farna árinum.

Tveir nevndarlimir, Eyrith Guttesen Leyni og Jóhan Hendrik W. Poulsen, stóðu fyri vali, men vórðu bæði afturvald. Trygvi Sondum varð valdur sum eykalimur. Hann er eisini grannskoðari felagsins.

Skipanin av nevndini er óbroytt.

Ymist var havt á lofti undir ymiskum. M.a. hvussu tað skal bera til at fáa betri samband millum londini bæði. Nevnt varð eisini, at hetlendingar arbeiða við at fáa gjørt eina ferð við Atlantic til Føroya í september.








 

Føroyskt Hetlendskt Vinafelag - The Faroe Shetland Friendship Society
POB 3081 - FO-110 Tórshavn - Faroe Islands
Tel. (+298) 22 73 73 - E-mail: faroe-shetland@faroe-shetland.org